- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki: Stendur í botni í royndunum at skipa stjórn

Tað stendur í botni í royndunum at skipa stjórn eftir ríkisdagsvalið í september.
Hetta eru aðru ferð, at Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn.
Hon sigur, at framstig eru gjørd, men ymsar fortreytir skulu lúkast, sum ríkisdagurin kann taka undir við.
Magdalena Andersson hevur verið hjá formanninum í ríkisdegnum, Andreas Norlén, og greitt honum frá støðuni.
Minniulutastjórn
Hon sigur, at hon er til reiðar lata ríkisdagin atkvøða um, hvør skal vera forsætisráðharri, við tí endamáli skipa eina sosialdemokratiska minnilutastjórn.
Atkvøðgreiðslan verður hósdagin.
Svenska kringvarpið veit at siga, at fleiri flokkar eru ímóti, at Javnaðarflokkurin skipar minnilutastjórn.
Tepur sigur
Reyð-grøni vongurin í ríkisdegnum vann tepran sigur á valinum 13. september. Hann fekk tilsamans 176 sessir.
Borgarligi vongurin og Svøríkisdemokratarnir fingu 173 sessir.


























