- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki spurdist burtur úr semingsroynd millum KAF og handverkarar

Einki spurdist burtur úr semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og handverkarafeløgini, sigur KAF í tíðindaskrivi.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava leingi samráðst um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. januar í ár.
Men samráðingarnar bóru ikki mál, og tí var Semingsstovnurin boðsendur.
Í gjárkvøldið var semingsuppskot lagt fyri partarnar, sum fingu freist til middags í dag at svara.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir semingsuppskotinum, men handverkarafeløgini vrakaðu tað, sigur KAF.
Handverkarafeløgini fáa ov lítið
- Vit fáa ov lítið í okkara part, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum


























