Útlendingar fáa milliónir úr fiskavirkisskipanini

Útlendingar fáa milliónir úr fiskavirkisskipanini
Støðugt fleiri útlendingar fáa pengar úr fiskavirkisskipanini hjá ALS
 
14.10.2026 - 06:51


Støðugt fleiri útlendingar fáa pengar úr fiskavirkisskipanini hjá ALS.

Í september fingu teir slakar 5,5 milliónir, 42 prosent av tí, sum fiskivirksisskipanin rindaði í september.

Í 2016, alt árið, var talið 10 prosent.

Tað er síðani vaksið hvørt ár.

Í fjør var tað 37 prosent.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Frá 2016 og til og við september í ár hava útlendingar fingið slakar 45,2 millónir úr fiskavirkisskipanin.

Hesa tíðina fóru 159,6 milliónir úr fiskavirkisskipanini.

Umroknað til ársverk var talið 454 til og við september í ár.

Tað var 534 í fjør og 170 í 2016.

Danskir borgarar

Útlendingar eru tey, sum ikki eru danskir ríkisborgarar.

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Útgjald er hvørja viku. 

Stuðulin verður roknaður frá og við níggjunda arbeiðsloysistíma.

Tað ger, at til ber at fáa stuðul fyri í mesta lagi 32 tímar, svarandi til fýra dagar um vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938