Elias í miðdeplinum í seinum sigri á Rhein-Neckar

Elias í miðdeplinum í seinum sigri á Rhein-Neckar
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði mál og vann brotskast, tá THW Kiel basti Rhein-Nechar Löwen og fór avstað við oddasessinum
 
16.10.2026 - 13:57

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk týðandi leiklut, tá hann kom inn í sigrinum hjá THW Kiel á Rhein-Neckar Löwen í gjár. 

Gamaní skeyt sviin Eric Johansson avgerandi brotskastið í netið við seinasta kastinum í dystinum, men føroyingurin var við í tí mesta síðstu 10 minuttirnar á heimavølli.

Føroyski landsliðsspælarin skoraði tríggjar ferðir; tvær ferðir eftir hegnislig gjøgnumbrot og eina ferð í tómt mál og vann eisini eitt brotskast.

Hann misnýtti eisini eina ferð, men tað var eftir drál, timeout og sera sperda skotstøðu úr spískum. Tá eydnaðist útiliðnum at javna til 36-36, men í seinastu álopsroyndini fekk Kiel brotskast, sum svenski bakkurin umsetti til 37-36 á máltalvuni. 

Við sigrinum vann Kiel seg tvey stig framum Flensburg-Handewitt í toppinum á Bundesliguni. Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir hava spælt fleiri dystir enn tey, sum elta aftanfyri.

 


Omanfyri síggjast síðstu minuttirnir ímillum Kiel og Rhein-Neckar, har Elias Ellefsen á Skipagøtu er við í tí mesta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858