- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvítu húsini góvu boð um at avmarka atgongdina til SpaceX

Boðini um at avmarka atgongdina hjá Ukraina til SpaceX Starshield komu úr Hvítu húsunum.
Tað siga tvey amerikonsk embætisfólk, sambært Reuters.
SpaceX er ein fylgisveinaskipan, sum Ukraina brúkar til samskifti á vígvøllinum og til at stýra dronum.
Embætisfólkini, sum vilja vera dulnevnd, upplýsa ikki, hvør í Hvítu Húsunum gav boðini.
Sambært einum ráðgeva hjá ukrainska forsetanum, fekk herurin onga ávaring undan tveimum russiskum álopum á Ukraina fyrr í vikuni, og broytta støðan órógvaði fleiri hernaðarligar uppgávur við dronum.
Zelenskyj á ES-toppfundi
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer á ES-toppfund í Brússel seinni í dag.
- Endamálið hjá honum er greitt, sigur Olav Christensen, journalistur hjá TV2, sum er staddur í belgiska høvuðsstaðnum.
Málið hjá Zelenskyj er at tryggja sær fíggjarligan stuðul og lyfti um hernaðarliga útgerð, so Ukraina klárar seg gjøgnum veturin og komandi árið.
Metingar vísa, at Ukraina hevur brúk fyri 70 milliardum evrum, tað eru meira enn 500 milliardir í okkara peningi, at halda samfelagið gangandi næsta ár.
- ES er avgerandi, tí evropisku londini eru síðstu vinirnir, sum Ukraina hevur nú, sigur Olav Christensen.

























