- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki brast í Viðvík
Onki brast í Viðvík
Bumban frá øðrum heimsbardaga liggur enn í Viðvík. Arktisk Kommando roynir aftur ein annan dag, og biður fólk um ikki at fara at forvitnast.

Catalina-flogfarið datt niður í 1943
Mynd: Stríðsárini 4, Niels J. Arge
17.10.2026 - 18:26
Í dag skuldi ein djúpvatnsbumba, sum liggur í Viðvík á Viðoynni, brestast.
Men tað eydnaðist ikki fólkunum frá Arktisk Kommando at spreingja djúpvatnsbumbuna í Viðvík.
Orsøkin var, at spreingiperlan hjá teimum ikki virkaði. Tí bleiv eingin spreinging.
Djúpvatnsbumban, sum kom frá einum bretskum Catalina-flogfari, ið datt niður í Viðvík í 1943, liggur sostatt framvegis í haganum.
Fólk frá Arktisk Kommando fara at gera eina nýggja roynd at spreingja bumbuna, tá veðrið aftur loyvir tí.
Og í hesum sambandi heitir Arktisk Kommando á fólk um ikki at nærkast bumbuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























