SMS-deildin: Stjørnan steðgaði H71 á heimavølli

SMS-deildin: Stjørnan steðgaði H71 á heimavølli
Við framúr byrjan og góðum endaspurti eydnaðist tað Stjørnuni at vinna á H71 og minka um munin upp til oddaliðið, sum hevði fult stigatal áðrenn dystin í dag
 
17.10.2026 - 19:55

Kvinnurnar hjá H71 eru ikki longur ósigraðar í SMS-deildini.

Við góðari byrjan og treiskum endaspurti eydnaðist tað í dag Stjørnuni at vinna á hoyvíkingunum og minka um munin upp til oddaliðið.

Sarah Spangsmand Madsen, Tóra Eliasen og Brynja Høj gingu undan frá byrjan og skutu heimaliðið framum 9-3, áðrenn H71 ressaðist korterið fyri hjálvleikssteðgin, tá støðan var 16-13.

Eitt korter inn í seinna hálvleiki var longu javnleikur, og so fylgdust liðini til Marta Agnarsdóttir Højgaard legði útiliðið framum fyri fyrstu ferð. 25-24 til H71.

Mina Sirdal Henriksen javnaði kortini úr sjey metrum, og Sarah Spangsmand Madsen skoraði sigursmálið hjá Stjørnuni, sum bant fyri síðstu minuttirnar og vann 26-25.

 

Neistin tók av í Vestmanna

VÍF tók ímóti Neistanum í Vestmanna, har útiliðið endaði við at vinna tryggan 31-22 sigur. 

Liðini fylgdust í eitt korter, áðrenn Neistin fór framum og undan. Toppskjúttin hjá Neistanum, Hervør Niclasen, sum skoraði sjey mál tilsamans, skoraði til hálvleiksstøðuna 16-12.

VÍF skoraði fyrsta málið eftir steðgin, men kom ongantíð nærri, og tað endaði í roynd og veru við stórsigri til gestirnar.

H71 er fremst við 12 stigum, Neistin er nummar tvey við níggju stigum og einum dysti til góðar, og Stjørnan er á triðja plássi við átta stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286