- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSÍ kann taka enn eitt fet ímóti FM-heitinum

Í Meistaradeildini við monnum tekur NSÍ ímóti 07 Vestur við Løkin, har runavíkingar við einum sigri kunnu taka enn eitt fet ímóti sínum fyrsta FM-heiti síðan 2007.
NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ undan triðseinasta umfari, men verra málúrtøkan ger, at enn ein sigur er eitt krav á heimavølli. Tað er tað í enn størri mun hjá klaksvíkingum, sum fáa vitjan av botnliðnum B68, sum kann flyta niður í dag, um úrslitini ikki laga seg til teirra fyrimun.
Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur frá dystinum millum NSÍ og 07 Vestur, sum byrjar klokkan 15.00.
Aðrastaðni stendur nógv upp á spæl í botnstríðnum hjá EB/Streymi, sum tekur ímóti HB, Skála, sum vitjar B36, og AB, sum skal í Sarpugerð at royna seg ímóti Víkingi.




























