500 umsóknir um leigustuðul

500 umsóknir um leigustuðul
Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni, sum er ásett í leigusáttmálanum, men tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin
Ikki er greitt, hvussu stórt fyrsta útgjaldið verður, tí allar umsóknir eru ikki viðgjørdar enn, sigur Almannaverkið.
 
19.10.2026 - 08:43

Nú nærkast dagurin, tá fyrsti leigustuðulin verður goldin.

Higartil hevur Almannaverkið fingið næstan 500 umsóknir.

Ikki er greitt, hvussu stórt fyrsta útgjaldið verður, tí allar umsóknir eru ikki viðgjørdar enn, sigur Almannaverkið.

Leigustuðul verður rindaður mánaðarliga afturút á kontu hjá umsøkjaranum.

 

Í mesta lagi 1.500 kr. 

Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni, sum er ásett í leigusáttmálanum, men tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.

Hjá húskjum, har eitt fólk er yvir 18 ár, lækkar leigustuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350.000 kr.

Eru tvey fólk ella fleiri yvir 18 ár, lækkar stuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500.000 kr.

Verður leigustuðulin minni enn 300 kr., fellur hann burtur.

Mett verður, at leigustuðulin kostar seks milliónir fyri teir tríggjar mánaðirnar, hann skal latast í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096