- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frystur fiskur undantikin
Frystur fiskur undantikin
Tey, sum fiska á Føroya banka, hava fingið eina lagaligari treyt enn tann, sum var

Skip kunnu nú fara av Føroya banka á aðra fiskileið, um føroyabankafiskurin er frystur.
19.10.2026 - 06:38
Tey, sum fiska á Føroya banka, hava fingið eina lagaligari treyt enn tann, sum var.
Gamla kunngerðin segði, at fiskifar, sum fiskar á Føroya banka, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni, fyrr enn veiðan á Føroya banka er avreidd.
Hetta er nú ikki galdandi, um tað, sum verður fiskað á Føroya banka, verður fryst umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap aðrastaðni.
Treytin er, at allur fiskur, fingin á Føroya banka, sum er frystur, skal vera stúgvaður burtur frá øðrum fiski.
Hann skal vera væl merktur.
Fiskifar, fiskileið, fiskaslag og veiðidag skulu standa á pakninginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























