Fróðskaparsetrið fær nógv størri granskingarstuðul uttanhýsis

Fróðskaparsetrið fær nógv størri granskingarstuðul uttanhýsis
Setrið er blivið professionaliserað, og umsóknirnar eru meira ambitiøsar enn fyrr, sigur vararektarin
Eksterni granskingarstuðulin í fjør var 29 milliónir krónur, sum er tað mesta higartil.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2026 - 15:03

Fróðskaparsetrið hevur fingið munandi fleiri pengar í uttanhýsis granskingarstuðli seinastu árini, enn Setrið hevur finigð áður. 

Magni Mohr, prorektari fyri gransking, sigur, at Fróðskaparsetrið er blivið professionaliserað, og at umsóknirnar, sum nú verða sendar út, eru dygdarbetri og meiri ambitiøsar enn fyrr.

Eksterni granskingarstuðulin í fjør var 29 milliónir krónur, sum er tað mesta higartil, og tað eru 68 prosent meiri enn í 2024.

 


Magni Mohr. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eitt, sum sæst aftur í tølunum hjá Fróðskaparsetrinum, er stóri vøksturin í stuðlinum úr útlondum.

Fyrraárið kom umleið líka nógv úr Føroyum sum úr útlandinum. Men í fjør kom væl og virðiliga størsti parturin úr útlondum. Tað heldur Magni Mohr vera bæði gott og neyðugt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20102026_Granskingarumsoknir

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329