Fyrstu tonsini av dieselolju eru á veg til USA

Fyrstu tonsini av dieselolju eru á veg til USA
Tangaskipið fer úr Russlandi í morgin við 40.000 tonsum av olju
Eitt russiskt oljutangaskip fer í morgin við 40.000 tonsum av dieseli til USA.
 
21.10.2026 - 13:22

Eitt russiskt tangaskip við dieseiolju fer úr Russlandi til USA í morgin.

Tað sigur russiski varaforsætisráðharrin, Aleksandr Novak, sambært aserbadjansku tíðindastovuni APA. 

Sambært Alexandr Novak er tangaskipið fermt við 40.000 tonsum av dieseli.

Hetta er fyrsta veitingin av dieseli sambært avtaluni, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin Vladimir Putin gjørdu fyrr í hesum mánaðinum. 

 

Størri nøgdir seinni

Trump segði tá, at Russland sendir USA og heiminum 300.000 tons av diesel. 

Í november skal Russland senda 500.000 tons aftrat, og síðani 1 millión tons, sambært Trump.

Stutt eftir, at avtalan var gjørd, segði amerikanska fíggjarmálaráðið, at amerikonsku revsitiltøkini móti russiskum diesel-veitingum eru strikað til apríl næsta ár.

Ukraina og sameind hjá Ukraina í Evropa hava funnist hvassliga at avtaluni. 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, sigur avtaluna vera "ein gáva" til Putin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329