Løgreglan fer nú at seta seg í samband við kvinnurnar

Løgreglan fer nú at seta seg í samband við kvinnurnar
Fimm mans eru handtiknir og skuldsettir fyri ólógliga at hava deilt myndir av fleiri enn 100 kvinnum
 
21.10.2026 - 18:00

Tær 100 kvinnurnar, sum eru avmyndaðar naknar ella hálvnaknar, kunnu vænta at fáa boð frá løgregluni næstu tvær vikurnar.

Talan er ikki bert um nýggjar myndir, men eisini um 25 ára gamlar av geymanum "Golden Maps," sum enn er í umferð. 

Fimm mans eru handtiknir og skuldsettir fyri ólógliga at hava varðveitt og hava deilt myndir av fleiri enn 100 kvinnum. Menninir eru latnir leysir, men eru framvegis skuldsettir í málinum. 

Politiið væntar at vera liðugt við kanningararbeiði í ár, og síðani verður málið latið ákæruvaldinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Kára Jacobsen, politikommisser, sum er deildarleiðari á kanningardeilini hjá politinum:

 

21102026_Naknar_kvinnur_a_netinum_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688