- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósjónlig hegn kunnu gerast partur av seyðahaldi í framtíðini
Ósjónlig hegn kunnu gerast partur av seyðahaldi í framtíðini
Norsk gransking verður løgd fram á seyðaráðstevnu, sum byrjaði á Hotel Føroyum í morgun

Norsk gransking hevur víst, at seyður kann læra at halda seg innan fyri talgild mørk við hjálp av GPS-kragum og ljóðávaringum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
21.10.2026 - 13:59
Ósjónlig hegn kunnu gerast partur av framtíðar seyðahaldinum.
Norsk gransking hevur víst, at seyður kann læra at halda seg innan fyri talgild mørk við hjálp av GPS-kragum og ljóðávaringum.
Jens Ivan í Gerðinum.
Granskingin verður umrødd í einum av mongu fyrilestrunum á norðurlendsku seyðaráðstevnuni InterNorden, sum byrjaði á Hotel Føroyum í morgun.
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni, er skipar fyri ráðstevnuni:
21102026_Landbunadarstevna
Norðurlendiska seyðaráðstevnan var fyri fystu ferð hildin í 1948.
Tey sjey limalondini skiftast um at skipa fyri ráðstevnuni, sum hesa ferð verður hildin í Føroyum fyri triðju ferð.
Hinar vóru í 1994 og 2012.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























