Rubio: Góður fundur millum Witkoff og Zelensky

Rubio: Góður fundur millum Witkoff og Zelensky
Serligi amerikanski sendimaðurin hittir Putin, forseta, í Russlandi í dag, og fer síðani aftur til Noregs at hitta Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra
Marcio Rubio, uttanríkisráðharri, er í India í hesum døgum.
Mynd: Kylie Cooper/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2026 - 08:03

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at hann heldur, at fundurin millum serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, var positivur, skrivar tíðindastovan Reuters.

- Brynjaður við hugskotunum, fer hann (Witkoff) nú til Sankta Pætursborg at umrøða tey við russiska partin, og vit fáa at síggja, um vit kunnu gera framstig, segði Rubio við tíðindafólk í Mumbai í India í morgun, har hann er á vitjan. 

Í gjár vóru serligu amerikonsku sendimenninir, Steve Witkoff og Jared Kushner, á fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og forsetin í Finnlandi, Alexander Stubb, vóru eisini á fundinum.

Tíðliga í morgun lendi Steve Witkoff í Sankta Pætursborg, skrivar Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna Tass.

Hann skal hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í dag,  og við sær hevur hann nýggj uppskot um friðaravtalu, og hvat Ukraina og evropiskir leiðarar halda um støðuna í Ukraina.

Eftir fundin við Putin, Steve Witkoff aftur til Oslo, har hann skal hava nýggjar samráðingar við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120