Sparingarnar í heilsuverkinum fara at raka sjúklingar

Sparingarnar í heilsuverkinum fara at raka sjúklingar
Tað fer at ganga út yvir ta menningina, sum hevur verið seinastu árini í sjúkrahúsverkinum, sigur Sirið Stenberg um sparingarnar, sum samgongan ætlar at gera í heilsuverkinum
Sparingarnar kunnu raka fimm ella seks størv í Landssjúkrahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2026 - 20:03

- Tað fer at ganga út yvir ta menningina, sum hevur verið seinastu árini í sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Sirið Stenberg, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen hevur svarað grein 52-fyrispurningi um avleiðingarnar av teimum sparingum, sum samgongan ætlar at gera í heilsuverkinum næsta ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum


 

Sparingarnar fara at ávirka bíðilistarnar

Ætlaðu sparingarnar hjá landsstýrinum í heilsuverkinum fara at kosta sjey ella átta størv.

Fimm ella seks størv í Landssjúkrahúsinum, eitt í Klaksvíkar sjúkrahúsi og eitt í Suðuroyar sjúkrahúsi.

- Bíðilistarnir fara ikki niður við tí ferðini, sum mann kanska hevði ynskt.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum var gestur í útvarpsstovuni.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308