- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingarnar kosta arbeiðspláss og raka sjúklingaviðgerð

Tað fer at kosta arbeiðspláss á heilsuøkinum, og tað fer at ávirka sjúklingaviðgerð, bíðilistar og brúk av konsulentum.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til grein 52-fyrispurning.
Per Busk
Nakað tað sama segði Per Busk, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, í seinastu viku. Og hann segði eisini, hvørji øki kunnu verða ávirkað:
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett fyrispurning til Eyðdis Hartmann Niclasen, fyri at fáa lýst, hvørjar sparingarnar eru ítøkiliga, og hvørjar avleiðingarnar verða.
Í svarinum er eitt yvirlit av sparingum.
Eyðdis Hartmann Niclasen. (Myndd: Bjarni Árting Rubeksen)
Landssjúkrahúsið skal spara mest
Størsta einstaka sparingin er hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal spara fimm milliónir krónur. 3,5 milliónir krónur skulu sparast í heilsutrygdarveitingum, og Heilsustýrið skal spara 1,5 milliónir. Síðan eru seks onnur øki, sum skulu spara eina millión ella minni.
Á Landssjúkrahúsinum skulu fimm ella seks klinisk starvsfólk sparast burtur. Tað eru starvsfólk, sum fáast við beinleiðis sjúklingaviðgerð. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi skal eitt starvsfólk sparast burtur og eitt á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Heilsutrygd hevur biðið um játtan til tvey nýggj kommunulæknastørv, men tann umbønin er ikki gingin á møti.
Sirið Stenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tillagingar í Heilsustýrinum
Í Heilsustýrinum skulu tillagingar gerast, og tað fer at hava starvsfólkaavleiðingar. Í Heilsu- og orkumálaráðnum er eitt fulltrúastarv niðurlagt.
Eyðdis Hartmann Niclasen heldur seg ikki kunna siga ítøkiliga, hvussu sparingarnar fara at ávirka sjúklingaviðgerð, bíðilistar ella brúk av konsulentum. Men hon sigur so mikið, at tað er væntandi, at sparingarnar í størri ella minni mun fara at ávirka hesi viðurskifti.
Og so eru nakrar játtanir, sum ætlandi verða spardar burtur, soleiðis sum Kringvarpið hevur nevnt fyrr.
Sjúklingafeløg missa játtan
Stuðulsjáttanir til sjúklingafeløg, sum hava skipað fyri klimaviðgerð í Kroatia. "Ein góð byrjan," sum er eitt ókeypis bólkatilboð til kvinnur, ið stríðast við burðartunglyndi. Og so hin sonevnda serlæknapuljan, sum hevur gjørt tað gjørligt at seta serlæknar í starv, uttan at skula fara gjøgnum tingið fyri at fáa eykajáttan til endamálið.





























