Vansin er at hvørt ráð byggir upp egna serfrøði

Vansin er at hvørt ráð byggir upp egna serfrøði
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um verkætlanardeildina hjá Landsverki
Verkætlanardeildin í Landsverki verður niðurløgd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2026 - 08:52

Vansin við at leggja niður verkætlanardeildina hjá Landsverki og flyta tað, sum hon gjørdi, til aðalráðini, er, at hvørt ráð byggir upp egna serfrøði um at leiða stórar byggiverkætlanir og samstarv við uttanhýsis byggiharraráðgevar.

Hetta kann gera, at systemvitan hvørvur, og at skipanin í meira verður persónsbundin.

Tað viðgongur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Eyðsæð fer slík umskipan eisini í fyrstu atløgu í ávísan mun at ávirka verandi rakstur, verkætlanir, sum eru byrjaðar, og verkætlanir, sum vera fyrireikaðar, sigur landsstýrismaðurin. 

Hann endurtekur, at samgongan tók alt fyri eitt politiska avgerð um, at bygningsfyrisitingin ikki longur skuldi vera hjá Landsverki, men hjá aðalráðunum.

Og tað hóast ein arbeiðsbólkur hjá undanfarna løgmanni segði, at verandi skipan við Landsverki sum byggiharra er tann frægasta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308