Ólógligt at mótmæla í miðbýnum í París

Ólógligt at mótmæla í miðbýnum í París
Mótmælisgongur verða bannaðar millum uttan fyri forsetaborgina og á Place de la République, umframt við væl umtókt ferðafólkaøki sum Louvre-savnið og Champs-Élysées.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í París og øðrum fronskum býum seinastu tíðina. Nú er bann sett fyri at mótmæla í pørtum av franska høvuðsstaðnum.
Mynd: Reuters  
 
22.10.2026 - 08:40

Tað verður ólógligt at mótmæla í pørtum av París í dag, boðar franska løgreglan frá. 

Hetta hendir eftir ófrið og rán í fleiri býum í Fraklandi seinastu tíðina.

Forboðið fevnir um miðbýin í franska høvuðsstaðnum, og verður í gildi frá kl. 8 á morgni til kl. 6 á kvøldi.

Mótmælisgongur verða bannaðar millum uttan fyri forsetaborgina og á Place de la République, umframt við væl umtókt ferðafólkaøki sum Louvre-savnið og Champs-Élysées.

Forboðið fyri mótmælisgongum er eitt av fleiri tiltøkum, sum myndugleikarnir í Fraklandi seta í verk, at forða fyri nýggjum ófriði. 

 

Eisini útgongubann

Harumframt er útgonguforboð sett í gildi í fleiri býum og pørtum av Paris.

Løgreglan hevur eisini sett í gildi fyribils bann fyri at bera dósir og fløskur av bensini, fyri at forða fyri, at eldur verður settur á bilar og bygningar.

Nýggjar stórar mótmælisgongur eru kunngjørdar at vera um vikuskiftið. 

Rørslan Gulir vestar, sum skipaði mótmælisgongur í gjár, hevur boðað frá mótmælisgongu frá Place de la Bastille leygardagin.

Franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu, sigur, at stór løgreglulið vera hjástødd.

Eisini er boðað frá stóri landsumfatandi mótmælisgongu 5. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329