Viðmerkjari undrast á úrslitið av veljarakanningini

Viðmerkjari undrast á úrslitið av veljarakanningini
Abdstøðuflokkarnir kunnu ikki vera nøgdir, sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á Portalinum, um veljarakanningina hjá Portalinum
Fólkaflokkurin hevur havt stora framgongd síðani løgtingsvalið, og hevði tikið ein sess frá Sambandsflokkinum, var val nú.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2026 - 08:39

- Ilt er at siga, hví Fólkaflokkurin gongur fram, og Sambandsflokkurin gongur aftur.

Tað sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á Portalinum, um nýggjastu veljarakanningina, sum Spyr. fo hevur gjørt fyri Portalin.

Kanningin vísir, at var val nú, hevði Fólkaflokkurin fingið 10 tingsessir, og Sambandsflokkurin hevði mist ein sess og fingið seks tingsessir.

Fólkaflokkurin gongur trý prosentstig fram samanborið við løgtingsvalið, og er nógv størsti flokkur við 29,7 prosent av atkvøðunum.

 


Ingi Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Allir hinir flokkarnir varðveita sínar tingsessir

Ingi Samuelsen undrast á úrslitið í kanningini.

Hann heldur, at andstøðuflokkarnir kunnu ikki vera nøgdir. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22102026_Ingi_um_veljarakanning

 

500 fólk hava svarað veljarakanningini hjá Spyr.fo. Heili 12,3 prosent søgdu seg ikki vita, hvar tey høvdu sett krossin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028