Ákærdir fyri at ætla at gera rúsevni í Norðdepli

Ákærdir fyri at ætla at gera rúsevni í Norðdepli
Sambært ákæruritinum var ætlanin at gera minst 14,1 kilo av amfetamini og níggju litrar av GHB, eisini kallað G og fantasy
Norðdepil er vinstrumegin, vestan fyri sundið.
 
23.10.2026 - 07:03

Ætlanin var at gera rúsevni í einum verkstaði í Norðdepli.

Í hvussu so er eru tveir menn ákærdir fyri tað.

Sambært ákæruritinum var ætlanin at gera minst 14,1 kilo av amfetamini og níggju litrar av GHB, eisini kallað G og fantasy.

Tað evnið hevur doyvandi virknað.
 
Útgerð og kemikalium vóru keypt.

Men framleiðslan byrjaði ikki rættiliga, tí politiið tók annan mannin.

Tað var 12. juli 2020.

Ákæruritið er dagfest 30. november 2023.

Og Føroya rættur skal viðgera málið í næstu viku.

Menninir eru danir, annar er 37 ár, og hin er 43 ár.

Høglbyrsa

Teir eru eisini ákærdir fyri hóttan og frælsistøku.

Teir vístu, sambært ákæruritinum, tí, sum teir hóttu og tóku, eina høglbyrsu, sum lá í bili teirra.

Annar skal hava sagt, at hann var ikki bangin fyri at brúka byrsuna.

Menninir eru eisini ákærdur fyri onnur lógarbrot, serliga ferðslulógarbrot.

Menninir nokta seg sekar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329