Semja um makrelin

Semja um makrelin
Strandarlondini eru samd um heildarkvotuna av makreli næsta ár
Makrelur.
 
23.10.2026 - 06:06

Strandarlondini eru samd um heildarkvotuna av makreli næsta ár.

Tað sigur norska vinnu- og fiskimálaráðið.

Samráðingar vóru í London nú í vikuni. Tær endaðu við semja í gjár.

Tilmælið hjá fiskifrøðingum í ICES er 352.938 tons.

Og tí eru strandarlondini samd um at lurta eftir.

Men Russland er ikki við.

Semja millum nøkur lond

Í fjør fekst ikki semja millum tey seks londini.

Tilmælið hjá ICES var 174.357 tons.

Men Føroyar, Noregur, Bretland og Ísland blivu samd um næstan 300.000 tons.

ES, Grønland og Russland vóru ikki við.

Gitt verður tí, at 400.000 tons vera fiskað í ár.

Sambært semjuni fyri 2026 eiga Føroyar 12 prosent av mest loyvdu veiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717