Tónaskaldið Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

Tónaskaldið Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026
"Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi," segði Bárður á Lakjuni, tá hann handaði Kára Bæk Heiðursgávu landsins
Kári Bæk, tónaskald, saman við abbadóttrini Sannu Bæk, ið framførdi ein sang, sum Kári Bæk hevði skrivað til høvið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2026 - 20:40

Kári Bæk tónaskald, tónleikari og kórleiðari fær Heiðursgávu landsins 2026, sum 75.000 krónur. 

Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi. Sum tónaskald, tónleikari og kórleiðari hevur hann havt stóran týdning fyri menningina av bæði klassiskum tónleiki og føroyskum kórsangi.

Sum tónaskald er Kári serliga kendur fyri sínar útsetingar og kompositiónir til kór, men hann hevur eisini skrivað fjølbroyttan ljóðføristónleik til bæði smærri og størri bólkar. Fyri verkið Askur & Embla – Fyrsti dagur má vera var hann í 2012 í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.

"Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi."

Bárður á Lakjuni, landsstýismaður í mentamálum

 

Kári hevur verið kórleiðari í nógv ár og hevur millum annað stjórnað Vestmanna sangkóri, Tórshavnar kamarkóri, Tórshavnar manskóri og Cantus Borealis. Hann hevur eisini verið dirigentur hjá GHM og hevur spælt obo í Føroya Symfoniorkestri.

Kári Bæk hevur verið framsøkin og hevur avrikað nógv bæði innan fólksliga kórsangin og elitukórsangin.


Kári Bæk, Ernst Sondum Dalsgarð og Árni Hansen spæla undir til hjá einum kóri. Helst til jólakonsert á Venjingarskúlanum í 1978 (Mynd: Privat á Facebook)

 

Útbúgvin lærari

Hann er útbúgvin lærari við tónleiki sum frálærugrein. Eftir læraraprógvið fór hann at lesa til cand. pæd. í tónleiki á Danmarks Lærerhøjskole.

Kári Bæk hevur við sínum drúgva og fjølbroytta virksemi sett djúp spor í føroyska tónleikasøgu. Við høgum listarligum málsetningum, stórum eldhuga og áhaldandi arbeiði hevur hann gingið á odda í menningini av føroyskum kórsangi og klassiskum tónleiki.

Fyri framúrskarandi arbeiðið tónleikinum og kórsanginum at frama fær Kári Bæk Heiðursgávu landsins 2026.

 

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin persónum, sum hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308