- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nettup sigraði í Sement við stórum X-faktori

"Dómararnir hava ilt við at semjast," bleiv sagt í sjónvarpssendingini hjá Kringvarpinum frá Sement-finaluni í kvøld, meðan bíðað varð eftir endaliga úrslitinum. Og tað er einki at siga til.
Tað var ógemeina trupult at taka dagar millum bólkarnar og Bodil, ið var einasti einstaklingur á pallinum, tá 17. vinnarin av Sement í kvøld skuldi finnast í Reinsarínum í Havn.
Sement-finalan 2026 er tann besta finalan í 16 ára søgu kappingarinnar.
Støðið var gjøgnumgangandi høgt, og kappingin harvið beinhørð.
Bodil hugtók við sínum nærlagni, og tað gav henni triðja pláss í Sement og eitt pláss á G!-skránni næsta ár (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Sement hevði alt
Tað, sum Bodil hevði í framúrskarandi sangskriving og framførslu einsamøll á pallinum, hevði fusións-bólkurin Alto í góðum samanspæli og ungsintari orku og spælgleði.
Tað, ið punkrokkarnir í Krasj høvdu í kanti, hevði Flákra í tónleikaligum vakurleika.
Tað, ið Gaia hevði í gentuorku og stórætlan, hevði Eimyrja í tungari og ráari mannfólka-rokkorku.
Og so var tað Nettup.
Baldur Holm og Lazar Illic, Netupp. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Nettup hevði X-faktor
Tá avtornaði var tað júst Nettup, ið vann Sement 2026, umframt bólkurin fekk Spot-plássið. Tað vil siga, at kendi bransjufestivalurin Spot í Århus bjóðaði unga hipp hopp-bólkinum úr Havn at spæla á festivalinum næsta ár.
Nettup hevði tað eyka, ið gjørdi, at bólkurin syfti Alto og øll hini av pinninum. Tað eitur X-faktor, og tað er trupult at nágreina, tí tað snýr seg ofta um eina kenslu. Nettup rakti eina nervu í tíðini. Nettup var modernað við at vera ómodernað. Nettup var kul við at vera ókul.
Men kenslan av, at tað skuldi okkurt eyka til, fyri at syfta teir báðar, Lazar Illic og Baldur Holm, av Semen-trónuni í ár, var har heilt frá fyrsta undanumfari, tá Nettup spældi seg í finaluna.
Sum yvirritaði skrivaði í ummæli av fyrsta umfari av Sement 2026:
"Fyrsta umfar av Sement avdúkaði tó eisini, at tað verður trupult at steðga hipp hopp-dou'ini Nettup úr Havn. Eyðkenda, erpna havnar-eygnabragdið (swagger) rýkur av Lazar Ilic og Baldur Holm, sum longu hava ein rættiliga stóran fjepparaskarða (...) Tað er ilt at ímynda sær, at Nettup ikki vinnur Sement 2026."
Baldur Holm stendur fyri tí elektroniska í Netupp (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Vilt wild card
Flákra fekk annað plássið, meðan Bodil, ið kom í finaluna við einum sonevndum wild card, tí hon upprunaliga ikki kom víðari, tók øll - ikki minst seg sjálva - á bóli, og fekk triðja plássið.
Tað er væl tað, ið mann má kalla eitt vilt wild card, tí umframt triðja plássið og tær 10.000 krónurnar, ið fylgdu við, so bjóðaði G! Bodil at spæla á festivalinum komandi ár.
Voxbotn bjóðaði hinvegin Alto eitt pláss á skránni hjá tónleikatiltakinum í Havn næsta ár.
Oddamaðurin í Alto, Jónas Reinert Vesturklett, og gittarleikarin, Treysti Holm, í bakgrundini (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Alt rakti líka hart
Jóni Strøm, oddamaður í Tunghoyrt, ið fekk sítt gjøgnumbrot til Sement í fjør, segði tað so væl í samrøðu í sjónvarpinum, meðan hann sat á bitanum, ið hann leyp niður á pallin frá í fjør:
"Tað friðarliga rakti akkurát líka hart sum tað harða."
Allir bólkarnir, og Bodil, møttu upp til finaluna betur fyrireikaðir og við størri sjálvsáliti enn í undanumførunum.
Og øll høvdu gjørt meira burtur úr framførslunum, ið blivu stórliga fagnaðar av framúrskarandi áhoyrarafjøldini í Reinsarínum í Havn.
Anna Marita á Rógvi og Gaia er genturorka av reinasta slagi, og tær brúka orkuna til at stíla høgt við sínum tónleiki (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Alto hevði dugnaligu Ronju Rasmussen við á pallin til eina duett.
Gaia hivaði kórið Brak upp á pallin, sum ein endabrest á framførsluni.
Meðan Krasj framdi siðbundana punk-ritualið við at fylla ein gittara sundir á pallinum.
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk hevur verið ein stjørna í Sement í ár bæði sum oddamaður í Krasj og Cork (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Væl gødd børn
Tað var vælsignað at uppliva ung fólk, ið eru gøtt við kærleika, sjálvsáliti og ektaðari trúgv upp á egna mátt og megi til at fara á pallin og upptraðka so sannførandi, sum vit upplivdu tað til Sement í kvøld.
Flákra var góð nokk, sum hon varð. Alto var alt. Krasj var gittarbash. Bodil fekk øll at blotna. Gaia var gentuorka. Eimyrja fest í. Og Nettup var væl sett upp.
Tillukku øll, ið luttóku, eisini tit, sum ikki komu í finaluna. Tit eru ikki gloymd.
Tina Mellemgaard og Flákra fingið annað plássið og 20.000 krónur at brúka til at føra bólkin fram á leið (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Sement-vinnarar 2026:
1. vinning - 30.000 kr.: NETTUP
2. vinning - 20.000 kr.: FLÁKRA
3. vinning - 10.000 kr.: BODIL
Spot festivalurin í Århus: NETTUP
G! festivalurin í Gøtu: BODIL
Voxbotn í Havn: ALTO
Ein ovurfegin Lazar Illic úr Netupp er lopin um hálsin á Jóna Strøm úr Tunghoyrt. Jóni hevði fingið heiðurin at handa ársins Spot-pláss, og tað fekk Nettup (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Jan Bolstad og Eimyrja festu av álvara í Sement og Reinsaríið við tungari mannfólka-rokkorku (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk og Tummas Árni Dam úr Krasj krassja saman eina løtu á pallinum undir frálíku framførsluni hjá bólkinum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Flákra og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge á sangi og Vár Miðberg á trummum borðreiddi við dreymapoppi av vakrasta slagi (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Gerhard Páll Lognberg og Eimyrja góð tungmáls-fjepparum her á land vón um, at lív er enn í áður so sterka tungmálmspallinum her heima (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Soleiðis sá tað út, tá Nettup bleiv kunngjørdur sum vinnari av Sement 2026:
Sement-finalan 2026 kann síggjast HER:
Hvat: Sement 2026
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson
Sement-vinnarar:
2026: Nettup
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð






































