- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppseting fyri krabbamein gjørdi stóran mun

Koppseting fyri krabbamein við koppingarevni frá heilivágsfyritøkunum Moderna og Merck minkaði um vandan fyri afturstigi ella deyða 42 prosent hjá sjúklingum við melanom ella húðkrabba, skrivar Reuters.
1100 sjúklingar vóru koppsettir saman við mmunviðgerðini Keytruda.
Vandin fyri, at krabbameinssjúkan breiddi seg, minkaði 38 prosent.
Koppsetingin er grundað á broytingar í ílegum. Tær eru serstakar fyri svullin hjá hvørjum einstøkum sjúklingi.
Hon er sett saman við rúsevni, sum hjálpir immunverjuni at berjast ímóti krabbameininum.
Úrslitini eru grundað á sjúklingadátur frá fyrstu tveimum árunum eftir viðgerðina, og verða løgd fram á evropiskari krabbameinsstevnu í Madrid í morgin.
Feløgini boðaðu í august frá, at kanningin hevði rokkið sínum máli, men fóru ikki í smálutir um úrslitini tá.



























