Eingin ætlan um fleiri snarkanningar

Eingin ætlan um fleiri snarkanningar
Tað fer at kosta nakrar milliónir at víðka tilboðið um  mammografikanningar
Mammografi.
 
29.10.2026 - 06:58

Tað fer at kosta nakrar milliónir at víðka tilboðið um  mammografi-kanningar.

Íløgan verður tríggjar milliónir krónur.

Um tilboðið verður víðkað til aldursbólkinum 45 til 49 ár, fer tað at kosta 2,3 mió. kr. meira um árið

Og 3,5 mió.kr. meira, um tilboðið verður víðkað til aldursbólkin 40 til 49 ár.

Brúk verður fyri nýggjum hølum og fleiri starvsfólkum.

Sum er, fáa kvinnur 50 til 69 ár tilboð um mammografikanning, screening fyri bróstkrabba, annað hvørt ár. 

Tað hava tær fingið síðani 2017.

Hetta er í samsvari við fakligu leiðreglurnar hjá danska heilsustýrinum.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Ruth Vang, løgtingskvinnu. 

Sama tilboð

Sama tilboð er í Danmark, Noregi og Finnlandi.

Í Svøríki og Íslandi er aldursbólkurin 40 til 74 ár.

Í krabbameinsætlanini frá 2022 er tilmæli um aldursbólkin 45 til 74 ár.

Krabbameinsráðið er ikki komið við tilmæli um screening, snarkanning, fyri bróstkrabba, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at eingin ítøkilig ætlan er um at víðka aldursbólkin.

Men hon ætlar at tosa við Krabbameinsráðið um spurningin, um mammografikanningar skulu raðfestast í hesum samgonguskeiðnum, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891