- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk úr 87 londum ferðaðust við Strandferðsluni í summar
Fólk úr 87 londum ferðaðust við Strandferðsluni í summar
Teir tríggjar summarmánaðirnar í ár ferðaðust tilsamans 232.664 fólk við strandfaraskipunum

Stívliga 24.000 ferðafólk fleiri ferðaðust við strandfaraskipunum summarmánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. (Savnsmynd)
29.10.2026 - 11:11
Fólk úr 87 ymsum londum ferðaðust við Strandferðsluni í summar.
Tað upplýsir Strandferðslan, sum hevur hugt at gjaldskortnýtsluni á skipanum hjá SSL summarmánaðirnar juni, juli og august.
Eftir føroyingar og danir eru topp-fimm brúkarar av gjaldskortum úr USA, Týsklandi, Kina, Italia og Fraklandi, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Ábendingar eru eisini um, at talið á útlendskum ferðafólkum hjá Strandferðsluni veksur. Og tað er samlaða talið á ferðafólkum eisini.
Teir tríggjar summarmánaðirnar í ár ferðaðust tilsamans 232.664 fólk við oyggjaleiðunum hjá SSL.
Tað eru stívliga 24.000 fleiri enn í 2025, ein vøkstur uppá 11,6 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























