- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarformaðurin: Neyðugt at endurnýggja flotan
Nevndarformaðurin: Neyðugt at endurnýggja flotan
Atlantsflog fær nýggj flogfør næstu árini, og neyðugt verður eisini at hyggja at tyrluflotanum, sigur Niels Mortensen

Atlantsflog er í ferð við at endurnýggja flotan. Felagið fær nýggj flogfør í 2028 og 2029, og sáttmáli er júst gjørdur um tvey nýggj flogfør aftrat, sum verða latin í 2032.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
29.10.2026 - 10:28
- Broytingarnar í flogvinnuni ganga skjótt, og tí er neyðugt at endurnýggja flotan.
Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sum hevur gjørt sáttmála við Airbus um tvey nýggj flogfør afturat.
Tey koma í 2032, men longu í 2028 og 2029 fær Atlantsflog nýggj flogfør.
Tá skrivað var undir sáttmálan um nýggju flogførini. Í miðjuni Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og høgrumegin Niels Mortensen, nevndarformaður.
Niels Mortensen vil ikki siga, hvussu nógv hesi flogførini kosta, men hann sigur, at flogførini eru partur av eini langtíðaríløguætlan uppá meir enn tvær milliardir krónur næstu árini.
Flogførini hjá Atlantsflogi verða skift út, og tað verður eisini neyðugt at hyggja at tyrluflotanum hjá felagnum, sigur Niels Mortensen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
29102026_Niels_Mortensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























