Benjamin Rajani: Vit verða ongantíð heilt liðug sum menniskju

Benjamin Rajani: Vit verða ongantíð heilt liðug sum menniskju
Benjamin Rajani er á gáttini við síni næstu heildarútgávu, sum er bæði meira popputt og útvend enn tann fyrra. Saman við Áron Poulsen verða tríggir sangir spældir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2026 - 11:19

Nær verður mann vaksin? Er tað, tá húgvan er komin á høvdið, útbúgvingin er liðug og arbeiðið fingið? Ella heldur leitanin eftir at finna sína egnu leið fram alt lívið?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum Benjamin Rajani viðger í sínum sangum.

Hann vitjaði Studio 5 saman við unga gittarleikaranum Áron Poulsen. Hóast teir ongantíð høvdu spælt saman áður, og fyrstu ferð vandu saman kvøldið fyri sendingina, framførdu teir tríggjar sangir: Mánakvøld, Eitt tekin um lív og Í 20'unum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 

Ein øðrvísi útgáva

6. november kemur onnur heildarútgávan hjá Benjamin Rajani, Onkustaðni er ein viðarlund. Á henni eru tíggju føroyskir sangir, sum millum annað snúgva seg um iva, mótgongd og at finna fótafesti í tilveruni.

Benjamin sigur, at nýggja útgávan er rættiliga øðrvísi enn tann fyrra. Har fyrsta plátan var innvend, kensluborin og merkt av akustiskum ljóðførum, er nýggja útgávan meira popputt, elektronisk og útvend. Eisini tekstirnir venda í størri mun eygunum út móti samfelagnum.

Ein av nýggju sangunum er Eitt tekin um lív, ið millum annað setur spurnartekin við strembanina eftir alla tíðina at hava tað gott.

Benjamin, sum eisini er sálarfrøðingur, greiðir frá, at sangurin er sprottin úr eygleiðingum av menniskjum, sum stríðast. Boðskapurin er tó vónríkur. Líðing og mótgongd eru eisini ein partur av lívinum, og tað ber ikki altíð til at sleppa undan teimum.
 

At vera menniskja er ein støðug leitan

Í sanginum Í 20'unum viðger Benjamin tær væntanir, sum ung fólk kunnu merkja, tá tey skulu velja útbúgving, finna kærleikan og skapa sær eina framtíð.

Sjálvur heldur hann ikki, at menniskju nakrantíð verða heilt liðug.

– Tað er ein leitan gjøgnum alt lívið, sigur Benjamin, ið eisini leggur dent á, at tað hevur virði bara at vera til, uttan at ein alla tíðina skal prógva, at ein er vorðin til okkurt.

Trúgvin hevur somuleiðis stóran týdning í lívinum hjá honum og sæst aftur í sangskrivingini. Hann leggur dent á, at tekstirnir skulu vera erligir og endurspegla tað, sum veruliga fyllir í honum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 

Ein viðarlund at finna frið í

Heitið á nýggju útgávuni, Onkustaðni er ein viðarlund, er ein mynd av einum staði, har menniskjað kann finna hvíld mitt í stúran og sorg.

Tað er samstundis ein vón um, at hóast lívið kann vera trupult, so kunnu betri tíðir koma.

Benjamin Rajani hevur eisini eina útgávukonsert á skránni í Reinsarínum 2. januar. Har fer hann at spæla saman við einum bólki, men sambært honum sjálvum kann hetta verða seinasta stóra konsertin við fullum bólki í rúma tíð.

Hann ætlar tó ikki at gevast við tónleikinum. Tvørturímóti skrivar hann framvegis nógv.

Í Studio 5 fingu lurtararnir eina smakkiroynd av nýggju útgávuni og ein sang av teirri fyrru – við Benjamin Rajani á sangi og kassagittara og Áron Poulsen á elgittara.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Benjamin Rajani


 
1841227

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674