- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óheft russiskt blað letur aftur

Óhefta russiska blaðið, Novaya Gazeta, letur aftur.
Tað stendur á heimasíðuni hjá blaðnum í dag.
Russiskir myndugleikar løgdu fyrr í heyst blaðið undir at vera útlendskur agentur.
Novaya Gazeta gav fyrsta blaðið út í 1993, og er kent fyri gravandi journalistikk og fyri tíðindi, sum finnast at russiskum myndugleikum.
Journalistarnir a blaðnum hava fleiri ferðir verið fyri hóttanum, álopum og drápsroyndum.
Seks starvsfólk eru dripin.
Blaðstjóri fekk friðarheiðursløn Nobels
Í 2021 fekk táverandi høvuðsblaðstjórin á blaðnum, Dmitrij Muratov, friðarheiðursløn Nobels.
Í fráboðan á heimasíðuni hjá blaðnum stendur, at tað er "dripið", og at virksemið verður stongt 9. november.
- Vit doyðu ikki, men teir drupu okkum - saman við grundlógini. Vit kunnu bara flenna at grein 29 í grundlógini, sum er forboð fyri sensuri, sigur Dmitrij Muratov, høvuðsblaðstjóri í viðmerking til fráboðanina.



























