Tvær umsóknir til varastjórastarvið í Sjúkrahúsverkinum

Tvær umsóknir til varastjórastarvið í Sjúkrahúsverkinum
Seinast, starvið var lýst leyst, vóru eisini tvær umsóknir
Eisini hesa ferð komu bara tvær umsóknir til starvið um varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.
 
30.10.2026 - 13:04

Tvær umsóknir komu til starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum. Umsóknarfreistin fór á middegi.

Starvið var endurlýst, tí bara tvær umsóknir komu til starvið, tá freistin fór 28. september. Tá søktu tveir menn starvið.

Men eisina hesa ferð komu bara tvær umsóknir.

Nú skal setanarbólkurin gera, hvussu farið verður víðari í tilgongdini.

Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í sjúkrahúsverkinum.

Varastjórin virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Tummas í Garði hevur verið varastjóri. Hann er farin frá, og arbeiðir nú sum lækni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688