- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri kynssjúkur skrásettar í Grønlandi
Fleiri kynssjúkur skrásettar í Grønlandi
Syfilis er í øllum landinum, og sjúkan breiðir seg skjótt

Sjúkrahúsið í Nuuk. (Savnsmynd: KNR)
03.11.2026 - 08:27
Fleiri kynssjúkur vera nú skrásettar í Grønlandi, sigur frágreiðingin um 2026 hjá grønlendska heilsuráðnum.
Talið er hækkað seinastu tíggju árini.
Syfilis var næstan horvið i Grønlandi í nítiárnum og nullunum.
Men í 2015 hevði eitt fólk av 1.000 syfilis. Nú er talið fýra fólk av 1.000.
Serliga ung hava sjúkuna.
Sjúkan er í øllum landinum. Og hon breiðir seg skjótt, sigur heilsuráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























