- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattafrí sól

Tey, sum selja SEV sólorku, eiga ikki at gjalda skatt av teirri inntøkuni.
Tað sigur ein broyting í skattalógini, sum er á veg.
Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum er at geva privatum skattafrítøku fyri inntøku frá smærri sólorkuverkum, sum gera í mesta lagi 11 kilowatt og eru bundin í elmálaran.
Hetta fer, saman við prísinum, sum SEV nú letur fyri sólorku, at skunda undir, at privat gera íløgur í egna orkuframleiðslu, sigur Fíggjarmálaráðið.
Sum frá líður verður mett, at skattafrítøkan verður upp til sjey milliónir krónur verd um árið.
Orkupolitikkurin, sum var samtyktur í 2022, sigur, at sólorkan skal vera 60 megawatt,
20 megawatt skulu koma frá privatum tekjum.
Tá tey eru komin, fara tey at gera, at SEV sparir 3.000 tons av olju.
Og 10.000 tons færri CO2 vera um árið.
Men enn er langt á mál. Higartil eru komin 1,5 megawatt av sólorku, 2,5 prosent av málinum, sum er 60 megawatt.




























