- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísak verður ikki við til HM

Ísak Vedelsbøl verður ikki við á føroyska hondbóltslandsliðnum, tá leiðin gongur til Týsklands at kappast um HM-heitið í januar, skrivar portal.fo.
Sterki strikuspælarin úr Høj fekk ein skaða eftir EM-undankappingardystin ímóti Kosovo fyri kortum, og var tí ikki við í útidystinum ímóti Montenegro beint eftir.
Í fyrsta umfari var mett, at vøddaskaðin fór at halda Ísaki Vedelsbøl uttanfyri í seks til átta vikur, og at hann sostatt hevði ein rímuligan kjans at gerast til reiðar til endaspælið miðskeiðis í januar, men so verður ikki.
Portalurin skrivar, at vøddaskaðin er nógv verri enn hildið, og at neyðugt verður við skurðviðgerð. 22 ára gamli strikuspælarin má helst sita uttanfyri upp til eitt hálvt ár.
Hetta er ein stórur smeitur fyri landsliðið, sum umframt spennandi HM-endaspælið skal spæla seinastu fýra EM-undankappingardystirnar ímóti Ungarn, Kosovo og Montenegro í vár, tí Ísak Vedelsbøl hevur havt stóran leiklut í føroyska spælinum síðstu tíðina.


























