Vilja bíða við yvirtøku

Vilja bíða við yvirtøku
Samgongan mælir frá at yvirtaka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan nú
Tjóðveldi og Framsókn vilja bíða við yvirtøkuni til 2030.
 
13.11.2026 - 06:13

Samgongan mælir frá at yvirtaka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan nú.

Tað er annars uppskotið hjá Tjóðveldi.

Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt uppskotið á trimum fundum og skrivað álit.

Meirilutin í nevndini sigur, at drúgva frágreiðingin, sum føroysk og donsk embætisfólk skrivaðu um møguliga yvirtøku í 2003, skal endurskoðast.

Landsstýrið er í ferð við at endurskoða og dagføra frágreiðingina. 

Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt næsta ár.  

Tjóðveldi og Framsókn mæla tíl í álitinum at fremja yvirtøkuna, tó ikki í 2028, men í 2030.  

Høgni Hoydal og Bjarni Kárason Petersen siga, at í viðgerðini í uttanlandsnevndini er greitt og eyðsýnt komið fram, at løgreglan, ákæruvaldið og brotsmálaumsorganin vera stýrd og umsitin uttan um alt fólkaræði og fólkavaldar myndugleikar í Føroyum.  

Uttanlandsnevndin hevur fingið at vita frá ríkisløgregluni, at løgregla og ákæruvald í Føroyum kosta  181,3 mió. kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328