- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari jørð merkir dýrari bústaðir

Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásannar, at tað fer at ávirka prísin fyri at byggja bústaðir, nú landsjørðin verður dýrari at keypa.
Men tað verður avmarkað, hvussu nógv, tað fer at hækka prísin fyri at byggja bústaðir, sigur Jacob Vestergaard.
Hann hevur svarað spurningi frá Atla F. Johansen, løgtingsmanni.
Landsstýrismaðurin sigur, at prísurin fyri landsjørð er ikki dagførdur síðani 2007.
Ein týðandi partur av at tryggja landbúnaðinum støðugar og greiðar karmar er at ansa eftir, at festini hjá landinum ikki eru fyri virðismissi hvørja ferð, lendi verður tikið til bústaðir, vegir og annað.
Atli F. Johansen spurdu eisini um matrikulering og viðgerðartíð.
Jacob Vestergaard hevur fingið at vita frá Heilsu- og Orkumálaráðnum, at Umhvørvisstovan leggur í løtuni dent á at stytta bíðitíðina mest møguligt.
Talgildar umsóknir
Millum annað kunnu fólk nú senda talgildar umsóknir.
Og arbeitt verður við at geva kommunum og fyritøkum sama møguleika.
Umhvørvisstovan vegleiðir nú umsøkjarar betur, stendur í svarinum frá Jacobi Vestergaard.
Onnur átøk eru eisini gjørd fyri at stytta bíðitíðina.
Atli F. Johansen spurdi eisini, um ætlanin framvegis er at lata partar av matrikuleringini til privatar aktørar, soleiðis sum nevnt er í samgonguskjalinum.
Landsstýrismaðurin svarar, at áðrenn avgerð kann takast um tað, er neyðugt at kanna lógarheimildina.
























