
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannakor og korona - mikudagar kl. 16.05

Tað var síðst í desember í 2019, at kovid 19-virusið varð skrásett í Wuhan í Kina.
Vit fylgdu øll við, meðan virusið spakuliga nærkaðist, og síðani rakti okkum fyrst í 2020. Síðani fingu vit víðfevnd tilmæli, og samfelagið varð latið aftur. Treytað av almennu smittutølunum varð frælsi hjá føroyingum meir ella minni skert. Avbjóðingar vóru í samfull tvey ár, meðan koronufarsóttin vardi.
Síðani vísir tað seg, at deyðatíttleikin av koronufarsóttini var sum eitt vanligt krím, bæði her hjá okkum og í øllum grannalondunum. Tilmælini um maskur og tveir metra frástøðu, sum høvdu við sær, at samfelagð varð latið aftur, eru vísindaliga ivasom. Og, vit fingu ongantíð nógv umrødda hópimmunitetin, tí neyðgóðkenda Pfizer BioNTech mRNA- koppsetingin steðgaði ikki smittu.
Tað hevur nærum verið tøgn um koronufarsóttina, men í krókunum hevur tosið gingið. Um brot á mannarættindi og skert talufrælsi. Um avleiðingar á fólkaræði og á kropp og sinn av tí, sum fyrifórst í koronutíðini.
Í fýra pørtum spyrja vit, hvussu korini hjá teimum eldru, børnunum og vanligu føroyingunum vóru undir koronufarsóttini. Vit hyggja í baksepegilin við kerligari umsorgan fyri øllum føroyingum og við fólkaræði í miðdepilinum.
Fyrsti partur er í útvarpinum í dag kl. 16:05.


























