Burnham undir trýsti um boring á Rosebank

Burnham undir trýsti um boring á Rosebank
Leiðarin í Grøna flokkinum vil hava bretska forsætisráðharran at nokta framleiðslu úr Rosebank-kelduni, nærhendis Føroyum
Andy Burnham, forsætisráðharri, er komin undir trýst um ikki at geva loyvi til oljuframleiðslu á Rosenbank.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2026 - 12:10

- Tað kann fáa stóran týdning fyri møguliga boring í Rosebank-økinum nærhendis Føroyrum, at bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, nú er komin undir trýst. 

Tað heldur Jan Müller, journalistur í orkumálum.

Bretland tók saman við ES og fleiri øðrum samstarvsbólkum og londum frástøðu frá uppskotinum á veðurlagsráðstevnuni um endaligu semjuna, sum hvørki nevndi fossilar orkukeldur, ella heitti á londini um so líðandi at minka nýtsluna av olju, gassi og koli. 

 


Jan Müller.

 

Bretland fanst at tí, sum landið rópti eina miseydnaða ráðstevnu, meðan umboðsfólk fyri ES søgdu, at oljulond høvdu “rænt” samráðingarnar. 

Hetta skriva fleiri bretskir miðlar, nú úrslitið frá Cop31 verður gjørt upp - samstundis, sum bretska stjórnin skal taka endaliga støðu til umstrídda oljuútbygging. 

"Vit mugu lata fossilu orkukeldurnar liggja í jørðini. Vit mugu gera íløgur í varandi orkukeldur. Vit mugu fáa ræði á okkara egnu orkuframleiðslu, so vit kunnu lækka orkurokningarnar hjá húsarhaldum og vinnulívi. Okkara stjórn má vísa altjóða leiðslu og steðga Rosebank, sigur Zack Polanski, leiðari í Grøna flokkinum, sambært heimasíðuni orkan.fo.

Hoyr samrøðu við Jan Müller í útvarpstíðindunum: 

 

24112026_Jan_um_Rosebank

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069