Guðstænastur í útvarpi

Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
28-05-2023
Kirkjan á Kirkju fyllir níti ár.

Kirkjutænarar

Biskupur: Jógvan Fríðriksson

Sóknarprestur: Jóannes Purkhús

Deknur: Jenny Lydersen

Urguleikari: Jógvan Josias á Hædd

Hornblástur: Andras Sólstein

Klokkari: Svanhild Christiansen

Sálmar

nr. 242 : Kirkjan hon er eitt gamalt hús

nr. 259 : Á hesum halga Harrans stað

Sálmur – yrktur av H.M. Jacobsen, tá kirkjan varð vígd í 1933. Stendur ikki í sálmabókini.

Hoyr okkum, Harri, hátt í himnahøllum,

ver miskunnsamur faðir okkum øllum,

lat ljós títt lýsa okkar millum bjart,

ger sálir vísar, so tú heiður fær!

 

Tær rúmar ikki himmalin hin skæri,

enn minni hús, vit bygdu tær til æru,

men lat títt eyga okkum hvíla á,

og hoyr tú bønir, sendar hiðan frá!

 

Send anda tín, sum okkum veg kann vísa,

send sannleiksljós títt okkum til at lýsa,

ger ljósast, har áður myrkrið veldið á,

ger ljósan vegin, sum vit skulu gá!

 

Leið sálir, sum í syndamyrkri fjakka,

leið tær til krossin, so tær kunnu takka

for frið og frelsu, teimum ognast har

við trúgv á hann, sum okkara syndir bar!

 

Vær tøkkum tær, Guð faðir, syni, anda,

títt halga ljós tú sendi oss til landa;

vær tøkkum tær, tí títt tað verkið er,

at húsið bygt er tær til æru her.

 

nr. 330: Yndislig, føgur

nr.332: Títt orð er, Guð, várt arvagóðs

Høgni Fagraberg var ljóðtøkningur og tók upp til sjónvarp.

Guðstænastur í útvarpi

Útvarpið sendir beinleiðis gudstænastu hvønn sunnudag í árinum úr føroysku fólkakirkjuni. Harumframt verða gudstænastur eisini útvarpaðar um kirkjuligu høgtíðirnar. Sagt verður, hvør er prestur, deknur, urguleikari og klokkari, og hvørjir sálmar verða sungnir.
Nýggjársdagur
01-01-2024
Í dag, nýgjársaftan, var guðstænastan send úr Árnafjarðar kirkju.
31-12-2023
Guðstænasta annan jóladag.
26-12-2023
Guðstænasta jóladag úr Dómkirkjuni.
25-12-2023
Í dag var gudstænastan send úr Vesturkirkjuni í Havn. Heri Joensen, prestur, prædikaði
24-12-2023
Í dag fyllir Rituvíkar bygd 150 ár..
24-12-2023
Johnard Jógvansson, prestur, prædikar
17-12-2023
Í dag varð guðstænastan send úr Sørvágs kirkju. Marjun í Kálvalíð, prestur, prædikaði
10-12-2023
Í dag varð guðstænastan send úr Tvøroyrar kirkju. Annika Magnussen Gaard, prestur, prædikaði
03-12-2023
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, skipað í embætið sum prestur í Havnar og Nolsoyar kirkju.
26-11-2023