Kvørnin

Kvørnin: "Ókendar leiðir", Rani Nolsøe
18-06-2020
Ingmar Mikkelsen, Rannvá Helenudóttir og Ólavur Jóanesarson Hansen eru hesaferð ummælarar í Kvørnin, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

"Ókendar leiðir" er heitið á fyrstu soloútgávuni við Rana Nolsøe. Tíggju sangir á føroyskum máli eru á fløguni, ið er tikin upp yvir eitt trý ára tíðarskeið í ymiskum upptøkuhølum í Føroyum, m.a. Studio Bloch, Studio Mike, Introvers Studio og Stíggja Studio.

Útgávan er ein samanseting av eldri og nýskrivaðum sangum, umframt stakløgum, sum Rani hevur givið út seinastu trý árini.

Rani hevur gjørt øll løgini, og skrivað flestu tekstirnar sjálvur, men Emil Simonsen, Sámal Jacob Debes Olsen, Finnbogi Ísakson, Margrét Jónsdóttir og Randi Leivsgarð hava eisini havt ein tíðandi leiklut í tekstunum á fløguni.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Sunnuva Bæk, Ingmar Berg Mikkelsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
21-05-2020
Urd Johannesen, Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla seks nýggj føroysk stakløg. Eyðfinn Jensen er vertur.
14-05-2020
Ári Rouch, Guðrun Sólja Jacobsen og Birgar Larsen siga sína hugsan um fýra spildurnýggj føroysk stakløg.
12-03-2020
Ólavur Olsen og Hans Pauli Tórgarð hugleiða um FMA og tey tilnevndu í popp-rokk flokkinum.
05-03-2020
Urd Johannesen, Sunnuva Bæk og Ólavur Olsen meta um fimm spildurnýggj føroysk stakløg skulu sleppa ígjøgnum Nálareygað og í umfer í útvarpinum.
27-02-2020
Kristoffur Mørkøre, tónleika-framleiðari, greiðir millum annað frá arbeisgongdini, tá hann ljóðblandaði sangin "Do Better", sum Tamara syngur.
20-02-2020
Kristoffur Mørkøre, tónleika-framleiðari, greiðir frá arbeisgongdini í studiinum. Vit sleppa at lurta við líka frá demo til lidnan master.
13-02-2020
Heiðrikur á Heygum greiðir frá tilgongdini til komandi heildarútgávuna, "Illusions", eins og vit hoyra fleiri sangir og brot av plátuni.
30-01-2020
Sunnuva Bæk og Høgni Fagraberg siga sína hugsan um 5 nýggj føroysk stakløg, og meta um hesi eru hóskandi at seta í umfer í útvarpinum - ella ikki...
14-06-2019
Sunnuva Bæk og Ólavur Olsen ummælað fløguna "Framvegis" við bólkinum Blátt Gras. Staklagið "I Can Move" við Jasmin verður spælt ígjøgnum Nálareygað.
08-06-2019
Enter Trouble er heiti á debutútgávuni viđ Marbles Lost, iđ er pallnavniđ hjá 24 ára gomlu Mariu Mercedes Lindenskov.
16-05-2019
Heildarútgávan "Hola" við Fróða Hansen verður ummæld av Ólavi Olsen, Guðruni Sólju Jacobsen og Jensinu Olsen.
09-05-2019