Kvørnin

Kvørnin: Stongum og Guttesen
24-09-2020
Ingmar Mikkelsen, Jensina Olsen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Stongum og Guttesen er heiti á nýggju fløguni, sum vinmennirnir og systkinabørnini úr Sørvági, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava latið úr hondum.

9 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum Kim Hansen og Terji Rasmussen hava framleitt í felag.

Upptøkurnar vórðu gjørdar í Tanggaard studio hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og í Bloch studio í Havn. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Keypmannahavn.

Manningin hjá Stongum og Guttesen er:
Magnus á Stongum, sang
Jóan Jakku Guttesen, sang og bass
Kim Hansen, tangentar og kór
Hjalti Joensen, elektriskan og akkustiskan guitar
Brandur Jacobsen, trummir
og Kaj Johannesen spælir slagverk

Gestatónleikarar eru:
Ólavur Olsen, trompet
Hans Petur í Brekkunum, altsaxofon
Angelika Hansen, violin og bratch
Ívar Bærentsen, mandolin
Ólavur Øster, elguitar
Stanley Samuelsen, akkustiskan guitar
Terji Rasmussen, slagverk
og Hani Malunar, gól

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Urd Johannesen, Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla seks nýggj føroysk stakløg. Eyðfinn Jensen er vertur.
14-05-2020
Ári Rouch, Guðrun Sólja Jacobsen og Birgar Larsen siga sína hugsan um fýra spildurnýggj føroysk stakløg.
12-03-2020
Ólavur Olsen og Hans Pauli Tórgarð hugleiða um FMA og tey tilnevndu í popp-rokk flokkinum.
05-03-2020
Urd Johannesen, Sunnuva Bæk og Ólavur Olsen meta um fimm spildurnýggj føroysk stakløg skulu sleppa ígjøgnum Nálareygað og í umfer í útvarpinum.
27-02-2020
Kristoffur Mørkøre, tónleika-framleiðari, greiðir millum annað frá arbeisgongdini, tá hann ljóðblandaði sangin "Do Better", sum Tamara syngur.
20-02-2020
Kristoffur Mørkøre, tónleika-framleiðari, greiðir frá arbeisgongdini í studiinum. Vit sleppa at lurta við líka frá demo til lidnan master.
13-02-2020
Heiðrikur á Heygum greiðir frá tilgongdini til komandi heildarútgávuna, "Illusions", eins og vit hoyra fleiri sangir og brot av plátuni.
30-01-2020
Sunnuva Bæk og Høgni Fagraberg siga sína hugsan um 5 nýggj føroysk stakløg, og meta um hesi eru hóskandi at seta í umfer í útvarpinum - ella ikki...
14-06-2019
Sunnuva Bæk og Ólavur Olsen ummælað fløguna "Framvegis" við bólkinum Blátt Gras. Staklagið "I Can Move" við Jasmin verður spælt ígjøgnum Nálareygað.
08-06-2019
Enter Trouble er heiti á debutútgávuni viđ Marbles Lost, iđ er pallnavniđ hjá 24 ára gomlu Mariu Mercedes Lindenskov.
16-05-2019
Heildarútgávan "Hola" við Fróða Hansen verður ummæld av Ólavi Olsen, Guðruni Sólju Jacobsen og Jensinu Olsen.
09-05-2019
Hans Pauli Tórgarð, Høgni Fagraberg og Ólavur Olsen geva útgávuni "Ferð" við Rógvi Kvintett sera góð skoðsmál og 6 bjartar stjørnur.
02-05-2019