Kvørnin

Kvørnin: "Vendir vindar", Einangran
19-10-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann.

Samstarvið millum Leu og Heiðrik upprann av tilvild í mars 2020, tá tey bæði, sum hvør sær eru solistar, sangarar og sangskrivarar, sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðir, meðan koronasóttin herjaði. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik. Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18, sum tey stroymdu beinleiðis á Instagram og Facebook.

Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey eisini nýggj, føroysk løg saman, og var hetta fyrstu ferð, at nakar av teimum skrivaði sangtekstir á føroyskum máli. Lea og Heiðrikkur settu seg síðan í samband framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum báðir vóru búsitandi í Íslandi. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið, og í november 2020 varð fyrsta EP'in hjá Leu og Heiðrikki, undir navninum "Einangran", givin út. Einangran merkir isolatión ella avbyrging á føroyskum.

Síðani fyrstu EP'in við 4 sangum, hevur Einangran givið út 5 stakløg, og nú, trý ár seinni, eisini fyrstu heildarútgávu sína, "Vendir vindar".

Ummælarar eru Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur er Eyðfinn Jensen.

Skotsmál:
8/10 stjørnum: Ári Rouch
8/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Greener" við Beinir, "Close To You (Ain't Close Enough)" við Tamaru og "Laredo" við Alias Morera
21-09-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Hey, tú" við Ingmar, "One Slow Burn" við Kristel Lisberg og "Tvørtur um rúmið" við Bjarka Hansen.
14-09-2023
Útgávan "Døgurðaslang" er fyrra helvt av eini komandi heildarútgávu við heitinum "Døgurðaslang / Midnáttarsang" og umboðar ta bleytu og sorgblíðu síðuna hjá Aggrasoppum.
07-09-2023
Ólavur Jóannesarson Hansen, Ári Rouch og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
25-05-2022
Holgar Johannesen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
04-05-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
27-04-2022
Tann 25.apríl í 2021 fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
20-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
13-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
30-03-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannnvá Helenudóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
23-03-2022
Ári Rouch, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
16-03-2022
Birgar Larsen, Malan Eyðunsdóttir og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
02-03-2022