Iggy Pop hevur viðmælt Joe & The Shitboys í síni útvarpssending "Confindential", og so eru Tom Jones, Waxahatchee og Manchester Orchestra í fokus
Tvey tema eru í sendingini.
Yvirskipað, so verður serligt fokus varpað á nýggju útgávurnar hjá Tom Jones, Waxahatchee og Manchester Orchestra. Tær eita "Surounded By Time", "Saint Cloud" og "The Million Masks Of God". Okey, tann hjá Waxahatchee er frá mars í fjør, men hinar eru júst komnar út.
Um vikuskiftið hendi so tað stóra fyri Joe & The Shitboys, at bólkurin vann Sement tónleikakappingina. Men tað var als ikki tað størsta, tí um vikuskiftið viðmældi eingin annar enn Punk Gudurin yvir øllum, Iggy Pop, Joe & The Shitboy í síni útvarpssending á BBC Radio 6, sum kallastIGGY CONFIDENTIAL. Iggy Pop spældi fýra sangir av debutútgávuni hjá Joe & The Shitboys, ið kallast "The Reson For Hardcore Vibes". Tað er stórt fyri Joe & The Shitboys, men eisini fyri føroyska tónleikapallin.