Leitisstein

LEITISSTEIN 03.05.2021
04-05-2021
Iggy Pop hevur viðmælt Joe & The Shitboys í síni útvarpssending "Confindential", og so eru Tom Jones, Waxahatchee og Manchester Orchestra í fokus

Tvey tema eru í sendingini.

Yvirskipað, so verður serligt fokus varpað á nýggju útgávurnar hjá Tom Jones, Waxahatchee og Manchester Orchestra. Tær eita "Surounded By Time", "Saint Cloud" og "The Million Masks Of God". Okey, tann hjá Waxahatchee er frá mars í fjør, men hinar eru júst komnar út. 

Um vikuskiftið hendi so tað stóra fyri Joe & The Shitboys, at bólkurin vann Sement tónleikakappingina. Men tað var als ikki tað størsta, tí um vikuskiftið viðmældi eingin annar enn Punk Gudurin yvir øllum, Iggy Pop, Joe & The Shitboy í síni útvarpssending á BBC Radio 6, sum kallast IGGY CONFIDENTIAL. Iggy Pop spældi fýra sangir av debutútgávuni hjá Joe & The Shitboys, ið kallast "The Reson For Hardcore Vibes". Tað er stórt fyri Joe & The Shitboys, men eisini fyri føroyska tónleikapallin. 

Joe & The Shitboys vóru eisini samvertir í LEITISSTEIN fyrr í ár. Tann sendingini kann hoyrast her LEITISSTEIN 01.03.2021 (& The Shitboys).

 

PLAYLISTIN fyri hesa sendingina

Kl. Sangur
23:58   Pluralone - Stretch The Truth
23:53 The Confusions - Black Silhouettes
23:49 Dinosaur Jr. - Take It Back
23:43 Manchester Orchestra - Dinosaur
23:40 Waxahatchee - Fire
23:29 KALEO - Alter Ego
23:25 The Black Keys - Crawling Kingsnake (Edit)
23:22 Lake Street Dive - Hypotheticals
23:11 Tune-Yards - sketchy - Hold Yourself
23:07 Jungle - Keep Moving
23:04 Georgia - About Work The Dancefloor
22:58 Manchester Orchestra - Annie
22:55 Waxahatchee - Oxbow
22:51 Tom Jones - Popstar
22:43 Dizzy Fae - Johnny Bravo
22:39 Julien Baker - Hardline
22:36 Noname - Rainforest
22:31 The Stooges - I Wanna Be Your Dog
22:21 Iggy Pop - The Passenger
22:12 MANCHESTER ORCHESTRA - Bed Head
22:09 Waxahatchee - Can't Do Much
22:06 Tom Jones - I Woun't Crumble With You If You Fall

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024
Saman við Eileri Sørensen verður róð aftur á alternativa tónleikaárið 2023, og burtur úr spurdist ein spikahamrandi feit sending
02-01-2024
Sum tað er vorðið siðvenja, so verður alternativur jólatónleikur spældur í síðstu LEITISSTEIN-sendingini fyri jól. Eiler Sørensen er hin jólanissan
19-12-2023
Orka hevur síðani tónlistarligaverkætlanin sá dagsins ljós í einum fjósi Innan Glyvur 2005 verið slóðbrótandi, og tað er Orka enn, nú sætta heildarútgávan er útgivin
13-12-2023
Sendingin er ein kvøða til írska/enska-tónlistamannin Shane MacGowan, ið andaðist 30. november, 65 ára gamal
05-12-2023
"Hjartasláttur" kallast nýggja plátan hjá Knúti Háberg Eysturstein, ið er gestur í sendingini
28-11-2023
Dugnaliga Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri útgav EP'ina "Døggfallin", sum er fyrsti nýggi tónleikur, ið Døgg gevur út í seks ár
21-11-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni
14-11-2023
20. oktober góvu The Rolling Stones út sína 26. heildarútgávu "Hackney Diamonds", og tað verður feirað í LEITISSTEIN
31-10-2023