Leitisstein

LEITISSTEIN 10.06.2022 (Petur Rouch)
10-06-2022
Júst sum tit hildu, at spikið í Leitisstein ikki kundi blíva feitari, so bleiv tað tað, tá legendan frá Rót og Rútmu-sendingunum, Petur Rouch, er samvertur

Hendan sendingin er nakað serligt, tí LEITISSTEIN er farin í meistaralæru. 

Legendan frá Rót og rútmu-sendinginum,Petur Rouch, sum er ein fyrimynd fyri LEITISSTEIN, er samvertur í sendingini. 

Í samfull 20 ár var Petur Rouch vertur í legendarisku Rót og rútmu-sendingini í útvarpinum, tá hann gjørdi ikki færri enn 1001 sendingar um country og americana-tónleik. 

Petur Rouch hevði pláturnar, ið hann spældi í sendingini, við í Studio 4. 

Serliga ein sangur hevði eina serliga søgu. Sangurin "Rooftops of Copenhagen" hjá Tom Russell, sum snýr seg um Ova Joensen. 

Petur Rouch við orginal tekningini av einum hesti, sum fjøllistamaðurin Tom Russell sendi honum. Petur var eitt sindur ivasamur um tekningina, hóast hann dyrkar tónleikin hjá Tom Russell. 

Njótið hesa sending, ið er eyka spikahamrandi feit. 

PLAYLISTIN (+Bonus) 
* gevið gætur, at fyrsti sangurin í sendingini, "So Anna Just Love Me" hjá Roy Lee Johnson, er ikki tøkur á Spotify. 

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024
Saman við Eileri Sørensen verður róð aftur á alternativa tónleikaárið 2023, og burtur úr spurdist ein spikahamrandi feit sending
02-01-2024
Sum tað er vorðið siðvenja, so verður alternativur jólatónleikur spældur í síðstu LEITISSTEIN-sendingini fyri jól. Eiler Sørensen er hin jólanissan
19-12-2023
Orka hevur síðani tónlistarligaverkætlanin sá dagsins ljós í einum fjósi Innan Glyvur 2005 verið slóðbrótandi, og tað er Orka enn, nú sætta heildarútgávan er útgivin
13-12-2023
Sendingin er ein kvøða til írska/enska-tónlistamannin Shane MacGowan, ið andaðist 30. november, 65 ára gamal
05-12-2023