![](https://195.80.36.225/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/leitisstein_og_dania_3.jpg?itok=wJPCO1O7)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/podcastmyndir/public/leitisstein_nytt.jpg?itok=Colh_HiD)
LEITISSTEIN 18.10.2022 (Dania O. Tausen)
19-10-2022
Dania O. Tausen er samvertur í sendingini, ið bleiv bæði áhugaverd, hugnalig og spikahamrandi feit, sjálvandi. Tveir gorlakkar frá Bíbliubeltinum. Hvat kann ganga galið?
Í fjør útgav Dania O. Tausen sína fyrstu plátu og sítt fyrsta yrkingasavn "Skál", og so var hon høvuðspersónur í nógv rósta heimildarfilminum við sama navni, "Skál".
Dania er ættað av Toftum, men hevur ættarbond inn til Runavíkar.
LEITISSTEIN er ættaður úr Runavík, men hevur ættarbond út á Nes.
Dania er uppvaksin í Brøðrasamkomuni.
LEITISSTEIN var einaferð kirkjufólk.
LEITISSTEIN spælir tónleik hjá Daniu. Dania spælir tónleik, ið henni dámar.
Njótið LEITISSTEIN við Daniu O. Tausen sum samverti.
PLAYLISTIN
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large_2/public/leitisstein_nytt.jpg?itok=lylvy3kk)
Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Eivør er gestur í Leitisstein fyri fyrstu ferð, og við sær í útvarpsstovuna hevur Eivør sína 10. soloplátu, "ENN". Plátan verður frumspæld í sendingini
11-06-2024
Nýggjur, fjøltáttaður og spikahamrandi foytur tónleikur er á skránni í sendingini, ið ferðast frá poppi til punk, frá country til rokk, frá tí kenda til tað ókenda
05-06-2024
Nýggjur tónleikur við spennandi nøvnum sum Lola Young, Sierra Ferrell, Maggie Rogers, Grace Cummings og øðrum
29-05-2024
"Battle Ballads" eitur nýggja plátan hjá víkingamálmsbólkinum Týr, sum er tann níggjunda hjá bólkinum. Heri Joensen, Gunnar Thomsen og Hans Hammer eru gestir í sendingini
22-05-2024
Kacey Musgraves, Bonny Light Horsman, Kaleo, Angus & Julia Stone og mong onnur eru á skránni í sendingini
15-05-2024
Kendi tónlistamaðurin og tónleikarin Høgni Lisberg er gestur, nú hann skal til próvtøku sum tónleikabókari í summar, tá hansara fyrsta G! skrá skal standa sína roynd
07-05-2024
Nætur níggju eitur nýggja plátan hjá Hamraduni. Pól Arni Holm, Uni Debess og John Åge Frost úr Hamraduni eru gestir í sendingini
01-05-2024
40 ár eru liðin síðani slóðbrótandi kassettubandið Vónir hjá Judy og Óla kom út. Í hesum sambandi er Óli Poulsen, framleiðari, gestur í sendingini
23-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Lenny Kravitz, The Black Crowes, The Black Keys, Kings of Leon, Nick Cave, The Marias, Gary Clark Jr., Mt. Joy, The Secret Sisters og øðrum
17-04-2024
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum eru tveir av stovnandi limunum av legendariska vágabólkinum Tinganest, eru gestir
09-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Nick Cave and the Bad Seeds, Kacey Musgraves, The Black Keys, Adrianne Lenker, Gossip, St. Vincent og mongun øðrum
03-04-2024
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024