Indierokkbólkurin Low fær eina kvøðu í sendingini, nú sangarinnan og trummuspælarin í bólkinum, Mimi Parker, andaðist 55 ára gomul
Summir bólkar eru kanska ikki so kendir, men teir hava havt sera stóran týdning í tónleikaheiminum.
Rokkbólkurin Low úr Duluth í Minnesota er ein sovorin bólkur. So at siga øll, ið fáast við tónleik, bæði kenna og dyrka bólkin, men tað eru ikki nógv onnur, ið kenna bólkin.
Teitur Lassen hevur spælt tónleik hjá Low, tá hann hevur verið í LEITISSTEIN.
Herfyri frættist, at sangarinnan og trummuspælarin í bólkinum, Mimi Parker, var deyð einans 55 ára gomul.
Síðani hava kvøðurnar floymt oman yvir Alan Sparhawk, ið var hin limurin í Low, men eisini maður Mimi Parker.
Í hesi útgávuni av LEITISSTEIN verður Mimi Parker eisini heiðrað.