Teitur Lassen er komin við í Studio 4 sum samvertur, og í skjáttuni hevur hann tónleik av alskyns slagi. Lurtið. Tað er spikahamrandi feitt
Um tú hevur hug at fara á eina tónlistarliga ferð frá enskum progrokki til amerikanska surfaratónleik og sýriskan brúdleypstónleik, so ert tú komin til rætta staðið.
Teitur Lassen, ið er ein vinur hjá sendingini, er við sum samvertur og litar hetta Valentines kvøldið við spikahamrandi feitum tónleiki.
Latið ikki løtuna, tá Omar Soulyman fyri fyrstu ferð bleiv spældur í útvarpinum, fara tykkum afturvið borðinum.