Leitisstein

LEITISSTEIN 18.01.2019 (tónleikaárið 2018) (3)
20-01-2019
Triðja sendingin sum rør aftur á tónleikaárið 2018. Hendan varpar ljós á eitt sindur alternativan tónleik.

Í sendingini eru Elvis Costello, Gorillaz, Khruangbin, Boygenius, MGMT, Jain, John Prine og mong onnur. Njótið sendingina. Og minnist til, at eg kann hoyrast í útvarpinum fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend mánakvøld klokkan 21. Sendingin er eisini at finna á kvf.fo, og so hevur Leitisstein eisini sín egna facebookvanga.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nætur níggju eitur nýggja plátan hjá Hamraduni. Pól Arni Holm, Uni Debess og John Åge Frost úr Hamraduni eru gestir í sendingini
01-05-2024
40 ár eru liðin síðani slóðbrótandi kassettubandið Vónir hjá Judy og Óla kom út. Í hesum sambandi er Óli Poulsen, framleiðari, gestur í sendingini
23-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Lenny Kravitz, The Black Crowes, The Black Keys, Kings of Leon, Nick Cave, The Marias, Gary Clark Jr., Mt. Joy, The Secret Sisters og øðrum
17-04-2024
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum eru tveir av stovnandi limunum av legendariska vágabólkinum Tinganest, eru gestir
09-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Nick Cave and the Bad Seeds, Kacey Musgraves, The Black Keys, Adrianne Lenker, Gossip, St. Vincent og mongun øðrum
03-04-2024
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024
Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína aðru plátu "Ratking"
20-03-2024
Nýggjur tónleikur frá Kings of Leon, The Black Keys, Old 97's, Gossip, Noruh Joensen og øðrum er á skránni
13-03-2024
"Døgurðaslang / midnáttarsang" eitur nýggja plátan hjá Aggrasoppum. Talan er um eina ljósa og myrka síðu á plátuni. Fólk avgerða sjálvi, hvør síða er A og hvør er B
06-03-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024