- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein
Øll kenna framúrskarandi tulkingina hjá Jeff Buckley av "Hallelujah" hjá Leonard Cohen. Men fá vita, at sangurin er á einastu plátuni, Jeff Buckley náddi at geva út, áðrenn hann druknaði í 1997 einans 30 ára gamal.
23. august í ár vóru tað 25 ár síðani "Grace" varð útgivin, og tað verður hátíðarhildið í Leitisstein, har eg spæli alla útgávuna og hugleiði um "Grace" og ikki minst Jeff Buckley.
"Grace" verður í dag roknað sum eitt modernað meistaraverk. David Bowie, sáli, hevur sagt, at hann hevði viljað havt "Grace" við sær, um hann endaði á einari óbygdari oyggj. Og gittaristurin í Led Zeppelin, Jimmy Page, kallaði útgávuna 90ara plátuna fram um allar aðrar.
Hóast "Grace" ikki seldi serliga væl, tá hon varð útgivin, so noktar hon at fara í gloymskuna eins og framúrskarandi tónlistamaðurin, sum skapti hana. Jeff Buckley hevur ligið undir grønu torvu í 22 ár.
"Grace" er fullkomiliga egin. Hon letur seg ikki seta í bás tónlistarliga. Tónleikurin á henni fevnir heilt frá sámlasangi til harðan rokk, og so er hon rættiliga tíðarleys. Sangirnir ljóða eins feskir og viðkomandi í dag, sum teir gjørdu fyri 25 árum síðani.